Um Okkum

Um Synack

Synack stendur í vøkstri og er eisini við at fóta sær úti í heimi. Í løtuni hava vit kontór í Føroyum og Danmark, har vit loysa uppgávur fyri kundar í øllum Norðurlondum. Synack er tí eitt felag, ið kann bjóða KT loysnir á altjóða støði til viðskiftafólk okkara í Føroyum.

Í 2018 vóru vit á rundferð í norðurlondum saman við umboðum frá risastóru open-source fyritøkuni Red Hat, har vit høvdu framløgu um at seta storage loysnina hjá Red Hat upp. Vit megnaðu eisini at fáa teir hendanvegin at bjóða føroyingum sama fyrilestur.

Red Hat hevur 12.600 starvsfólk og hevði ein umsetning á $3.4 milliardir í 2018.

Vit umboða Red Hat í Føroyum, men loysa eisini uppgávur við støði í teirra loysnum, har vit ráðgeva, designa og seta skipanina upp fyri kundar uttanfyri Føroyar.

Synack, sum bleiv stovnað í 2011, setir kundatænastu fremst. Hetta er ein av orsøkunum til, at vit eru so langt sum vit eru í dag. Tí miða vit altíð eftir at arbeiða út frá fylgjandi:

  • Tíð
  • Góðsku
  • Budget

Fyri okkum er tað umráðandi, at vit kunnu veita okkara tænastur til tíðina, við hægstu góðsku og til avtalda prís. Hetta gera vit við at hava góðar internar skipanir, projektleiðslu og gott samskifti við kundan.

Vit miða tí altíð eftir at hava tey bestu starvsfólkini, nýggjastu vitanina, endurútbúgving og góðan trivnað hjá okkara starvsfeløgum.

Í gerandisdegnum arbeiða vit við støði í niðanfyristandandi missión og visión:

Missión

Málið er at hava eitt gott og væl skipað samskifti við okkara viðskiftafólk, har stórur dentur verður lagdur á at uppseta og menna ta røttu loysnina til kappingarføran prís. Málið hjá okkum er, at Synack er tann besta fyritøkan á marknaðinum; bæði tá tað snýr seg um vitan og prís.

Visión

Eitt høgt tænastustøði, sum nøktar tørvin hjá kundanum, er grundarlagið og orsøkin til, at Synack varð stovnað. Av somu orsøk stremba vit altíð eftir at varðveita eitt høgt tænastustøði, og tað gera vit millum annað við at hava eitt gott og skipað samskifti við okkara viðskiftafólk.

Vit ynskja at bjóða okkara starvsfólkum eitt spennandi og mennandi arbeiðsumhvørvi. Hetta skal vera við til at tryggja okkara missión um at Synack skal vera besta fyritøkan á marknaðinum; bæði tá tað snýr seg um vitan og prís. At verða best krevur, at vit altíð klára at veita viðskiftafólkum okkara góðar loysnir, sum okkara starvsfólk, og Synack sum virkið, kunnu standa inni fyri.

Alt Byrjaði Norðan Fjall

Vita meir? - Skriva eini boð og vit venda aftur til tín!