Starv sum lærlingur í KT infrastrukturi

Synack stendur í vøkstri og er eisini við at fóta sær úti í heimi.

Okkara starvsfólk hava føroyskt, danskt og enskt sum móðurmál. Tí er neyðugt, at tú trívist í einum altjóða umhvørvi, har tann rætta tekniska loysnin til kundan er avgerandi.

Vit leita tí eftir einum lærlingi, ið trívist í einum tekniskum umhvørvi. Rætti persónurin ynskir at verða partur av okkara ferð í at menna eitt føroyskt KT virki, sum kann bjóða spennandi KT størv í Føroyum, har altjóða avbjóðingarnar eru í støðugum vøkstri.

Starv og ábyrgd

Synack er eitt gott, framsøkið og mennandi arbeiðspláss. Ætlanin er, at tú innan eitt ár er á einum høgum tekniskum støði og til reiðar at loysa uppgávur úti hjá kundum. Tú mást tora at taka ábyrgd og ynskja at blíva ein av teimum fremstu innan títt øki.

Tú kemur at arbeiða við fjølbroyttum uppgávum innan ráðgeving, netumsiting og support.

Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna.

Vit vanta, at tú

  • Brennur fyri KT
  • Dámar at læra
  • Hevur innlit í nýggjari tøkni og rákum á hesum økinum
  • Ert málrættað/ur og dugir at raðfesta
  • Ert klár/ur at taka eina hond í, tá tørvur er á hesum
  • Ert fyrikomandi og uppsøkjandi

Um útbúgvingina

Skúlagongdin er í Danmark. Fyrsti partur sum IT supportari tekur 3 ár. Síðan hevur tú møguleika fyri at halda áfram við infrastruktur sum sergrein.

Les meir um útbúgvingina her

Tað fyrsta ári í Synack kemur tú at fylgja eini innanhýsis menningarætlan, sum tryggjar, at tú kemur upp á eitt høgt tekniskt støði.

Tú fært eisini títt egna test umhvørvi, har tú kanst royna ymiskt av. Eisini fært tú egna teldu og fartelefon, tá ið tú byrjar.

Vit bjóða

Synack er eitt ungt og spennandi felag, sum kann bjóða eitt gott, fjølbroytt og spennandi lærupláss, har tann rætti lærlingurin kann fáa eina ávirkan á menningina og gongdina hjá felagnum. Vit leggja stóran dent á samanhald, og tí skipa vit eisini javnan fyri tiltøkum, har vit møtast eftir arbeiðstíð.

Góð tænasta, holl vitan og óheft ráðgeving hevur viðført, at Synack í dag er í vøkstri. Felagið er eitt lítið men sterkt felag, ið loysir bæði smærri og størri uppgávur fyri virkir og stovnar. Sum lærlingur hjá okkum fært tú møguleika at koma við egnum hugskotum og hava eina ávirkan.

Umsókn

Vilt tú vita meira um læruplássið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Lasse Dreier Hansen á tlf. 77 11 13 ella á teldupostaddressu ldh@synack.fo

Umsókn við prógvum og lívsrensli skal sendast til synack@synack.fo