Soleiðis Arbeiða Vit

1

Innleiðandi prát

Staðfesta tørvin hjá tykkum

2

Ókeypis rapport

Ókeypis rapport við okkara viðmæli, til møguligar betringar

3

Tilboð

Tit avgerða, at tit ynskja at fara víðari

4

Samarbeiði byrjar

Fyrireiking, lýsing og tíðarætlan verður løgd

5

Arbeiði byrjar

Vit byrja at arbeiða út frá tí ætlan sum er løgd

Image

Byrjanin til samstarv



Vit hittast ella skipa vit fyri einum telefonfundi, um tað er tað sum passar tykkum best. Her greiða tit frá tykkara tørvi og greiða frá uppgávuni, sum skal loysast. Oftast koma vit við einum uppleggi ella tilboði.

Ynskja tit eina størri gjøgnumgongd av tykkara KT-skipan, sum hevur við sær, at vit koma við einum uppleggi, hevur hetta, um ikki annað er avtalað, ein kostnað við sær.

Fundurin er ókeypis og óbindandi.

Tá vit hava kannað trupulleikan, sum skal loysast, koma vit við einum uppleggi og einum tilboði, sum sigur:

  • hvat skal gerast
  • hvat tað kostar
  • hvussu langa tíð arbeiðið tekur
  • um og hvussu arbeiðið kemur at ávirka tykkara gerandisdag
  • hvussu tykkara KT-skipan eftir okkara tykki kann gerast enn betri

Vit hava góðar royndir av at gjøgnumganga uppleggið ella tilboðið saman við kundanum soleiðis, at møguligar misskiljingar kunnu rættast.

Hetta er eisini ókeypis og óbindandi, um annað ikki er avtalað á fyrsta fundinum.


Image

Útgreining av uppgávu



Image

Samstarvið byrjar



Tá partarnir eru samdir um, hvat skal gerast, kann samstarvið byrja.

Umsitur Synack tykkara KT og tit einki hoyra frá okkum, er tað tí at alt koyrir sum tað skal. Vit leggja okkum tó eftir at samskifta við okkara viðskiftafólk við jøvnum millumbilum, og tí ringja vit ella støkka inn á gólvið. Bara fyri at greiða frá hvussu gongur. Eisini tá tað gongur væl.

Eftir okkara tykki er gott samskifti við okkara viðskiftafólk lykilin til framburð fyri allar partar. Tí ynskja vit ikki bara at vera ein veitari hjá tykkum. Vit vilja vera tykkara samstarvsfelagi.

Vita meir? - Skriva eini boð og vit venda aftur til tín!