Samstarvsfelagi

Samstarv millum Leiðsluhúsið og Synack

Vitan er avgerandi um ynski er at betra um raksturin ella fyri at vera førandi á sínum øki, men hvussu skal hetta skipast?

Í dag hevur KT sera stóran týdning í virkseminum hjá flestu fyritøkum og stovnum. Tað er týdningarmikið at hava eina KT ætlan fyri at gagnnýta vitanina, betra um raksturin, skapa nýggjar møguleikar og harvið gera fyritøkuna meira kappingarføra.

Tørvurin á KT er ymiskur, og tí er tað eyðsæð at leita sær ráðgeving frá serfrøðingum á økinum, sum kunnu ráðgeva út frá tykkara tørvi. Synack og Leiðsluhúsið hava ymiskar førleikar, sum saman veita tær tí røttu KT loysnina.


Image

Vit í Leiðsluhúsinum bjóða virkisráðgeving innan økir sum m.a. vakstrarkós, rakstraroptimering, menning, sparring, KT leiðsla o.a. Vit hava fleiri ára royndir í at ráðgeva bæði privatum fyritøkum og almennum stovnum í at menna teirra arbeiðsøki, og harvið menna tænastustøði og betra um arbeiðsumhvørvi.

Innan KT økið hava vit førleikar til at menna eina nýggja strategi, skapa eina týðandi og tíðarsvarandi KT loysn, sum hóskar til arbeiðsgongdirnar og øvugt.


Image

Synack bjóðar ráðgeving innan servarar, netverk og backup. Tey eru góðkend av fleiri av teimum fremstu skipanunum og við teirra loysnum og røttu ráðgeving, hava tey spart fleiri fyritøkum fyri nógvum pengum á KT fíggjarætlanini. Synack setur kundan í miðdepilin. Við tí røttu loysnini ber til, at hava tryggan og álítandi rakstur. Í so fall fyritøkan fær trupulleikar, fær Synack viðurskiftini í rætt lag 24/7. Les meira um Synack á www.synack.fo


Vita meir? - Skriva eini boð og vit venda aftur til tín!