Image

Red Hat til Føroyar

Image

Join us 13th September at Panorama, Hafnia


Red Hat hevur verði á rundferð í Norðurlondum og greit frá teimum nýggju Storage loysninum sum teir bjóða. Hesi tiltøk hava verði sera væl eydnaði, Synack hevur verði ein partur av hesi rundferð og hevur nú fingið hetta tiltaki til Føroyar.

Red Hat hevur gjørt stórar íløgur í tveimum av teimum førandi Open Source Storage verkætlanunum - Gluster og Ceph - og hava við góðum úrsliti, selt Enterprise útgávur av hesum loysnum á altjóða marknaðum, millum annað eisini í Føroyum.

Á degnum verða framløgur um, hvørjir fyrimunir eru við hesi tøkni og hvussu stórar, miðal og lítlar fyritøkur hava gagnýt hesar skipanir, sum ein part av teirra virksemi og teirra royndum.

Red Hat greiður frá hvørjir teir eru, hvørji produktir og tænastur tey bjóða. Eisini verða tekniskar framløgur, har ímillum annað verður ein gjøgnumgongd av eini uppsetan av vSphere og Red Hat Ceph Storage loysn, har møguleiki verður fyri at seta spurningar til loysnina.

Fá meiri at vita um tiltakið og melda teg til her: Meira at vita

Synack hevur verði við á líknandi tiltøkum í Norðurlondum saman við Red Hat, har vit nú hava fingið teir til Føroyar. Okkara fyrilestur verður um, hvussu verksetanin av eini Ceph+vSphere - 6.5 loysn bleiv set upp hjá einum Føroyskum kunda.

Fyrilesturin hjá Synack verður hildin sum ein innleiðandi frágreiðing av arbeiðinum, eftirfylgt av spurningum.

Vit vóna at síggja tykkum til hetta spennandi átakið, sum nú er komi til Føroyar.

Tit kunnu lesa meir um Red Hat og Synack her:
Um Red Hat
Um Synack