Tænastur

Image

Fjaravritan – umráðandi partur av KT trygdini


Tryggja tína datu - Bílligt mánaðargjald og ókeypis uppsetan.

Fjaravritan er ein loysn, sum tekur avrit av dátuni hjá virkinum sjálvvirkandi. Fyrimunurnir eru millum annað, at tú verjir virkið hjá tykkum frá ymiskum vandum so sum eldi, trygd fyri at avrit verður tikið hvønn dag, møguleika fyri at endurskapað mista dátu os.fr.

Synack kann bjóða hesa loysn til eitt bíligt mánaðargjald og við ókeypis uppsetan.

Í oktobur 2013 vóru vit í Synack og vitjaðu eina hýsingar miðstøð í Danmark, har vit sóu hvussu umstøðurnar hjá teimum vóru og fingu innlit í teirra mannagongdir. Millum annað fingu vit eisini eina rundvísning í sjálvum hýsingar miðstøðini, sum liggur í eini bankaboks niðri undir jørð.

Fyri at tryggja okkum, at vit kunnu bjóða eina kappingarføra loysn til tann føroyska marknaðin, vildu vit tryggja okkum at bæði trygdin og tað tekniska var í lagið. Vit hava tí gjørt fylgjandi:

  • Hava IT-Revisions erklæring frá undirveitara, sum vit kunnu vísa á.
  • Hava sett okkum inn í lógina.
  • Vita hvat skal til, fyri at hava eitt trygt KT umhvørvi.
  • Kunnu bjóða eina loysn til ein kappingarføran prís.

Vit kunnu bjóða bíligt mánaðargjald og ókeypis uppseting av fjaravritan, ring til okkum á tlf. 20 11 11 ella skriva til okkum á synack@synack.fo og hoyr nærri, hvat ein tilpassa loysn til tykkara virki hevði kosta.

Vita meir? - Skriva eini boð og vit venda aftur til tín!