Um Synack


Synack er eitt lítið felag, men sterkt. Vit hava eina breiða KT-vitan og loysa bæði smærri og størri uppgávur fyri virkir og stovnar. Vit hava lagt okkum eftir, at veita okkara kundum eina óhefta ráðgeving, har tørvurin hjá kundanum er í miðdepilinum. 


Ein grein um felagið og persónarnar aftanfyri stóð at lesa í fyrstu útgávuni av vinnublaðnum Vinnulívið. Les greinina "Alt byrjaði norðan fjall" við at trýsta á leinkið, sum stendur niðast á síðuni.


Málið hjá okkum er at skapa eitt gott samstarv við okkara viðskiftafólk, og vit seta tí stór krøv til okkum sjálvar. Tað skal tryggja, at allir partar fáa sum mest burturur. Fyri at tryggja hetta hava vit millum annað sent starvsfólk til Danmarkar á skeið, og tað hevur havt við sær, at vit eru VCP5-DCV-sertifiseraðir hjá VMware. Tí kunnu vit í dag kalla okkum VMware Pro Partners. 


Í gerandisdegnum arbeiða vit við støði í niðanfyristandandi missión og visión:


Missión:


Málið er at hava eitt gott og væl skipað samskifti við okkara viðskiftafólk, har stórur dentur verður lagdur á at uppseta og menna ta røttu loysnina til kappingarføran prís. Málið hjá okkum er, at Synack er tann besta fyritøkan á marknaðinum; bæði tá tað snýr seg um vitan og prís.


Visión:


Eitt høgt tænastustøði, sum nøktar tørvin hjá kundanum, er grundarlagið og orsøkin til, at Synack varð stovnað. Av somu orsøk stremba vit altíð eftir at varðveita eitt høgt tænastustøði, og tað gera vit millum annað við at hava eitt gott og skipað samskifti við okkara viðskiftafólk.


Vit ynskja at bjóða okkara starvsfólkum eitt spennandi og mennandi arbeiðsumhvørvi. Hetta skal vera við til at tryggja okkara missión um at Synack skal vera besta fyritøkan á marknaðinum; bæði tá tað snýr seg um vitan og prís. At verða best krevur, at vit altíð klára at veita viðskiftafólkum okkara góðar loysnir, sum okkara starvsfólk, og Synack sum virkið, kunnu standa inni fyri.


Alt byrjaði norðan fjall.pdf  





Fólkið


Svend Ingi Krosstein
skrosstein@synack.fo
TLF: +298 771112

Heðin Ejdesgaard Møller
hejdesgaard@synack.fo
TLF: +298 771110

Ragnar Sigurðsson Joensen
rjoensen@synack.fo
TLF: +298 771111



06.04.2017

Tá vitan gevur úrslit, Hafnia 27. mars 2017 Væleydnað tiltakTiltakið "Tá vitan gevur úrslit" við undirheitinum "Brót mynstrið" var hildið á Panorama, Hafnia. Dagurin var ætlaður sum ein íblástrar dagur fyri leiðslur, har sjóneykan var sett á hvussu virkir og stovnar kunnu

07.03.2017

Vit leita eftir tær! Synack er í vøkstri og leitar aftur nú eftir einum nýggjum starvsfelagað.Sí starvslýsing á linkedin her, ella trýst á link niðanfyri.

29.08.2016

Brennur tú fyri KT? Vit í Synack brenna fyri yrkinum og dáma væl avbjóðingar. Vit leita nú eftir tí rætta starvsfelagnum, ið brennur fyri KT og sum megnar, at veita eina góða tænastu har kundin er í miðdepilinum.Synack er