Tá vitan gevur úrslit, Hafnia 27. mars 2017

 Væleydnað tiltak

Tiltakið "Tá vitan gevur úrslit" við undirheitinum "Brót mynstrið" var hildið á Panorama, Hafnia. Dagurin var ætlaður sum ein íblástrar dagur fyri leiðslur, har sjóneykan var sett á hvussu virkir og stovnar kunnu bróta vanar og leiða teirra virksemi inn í framtíðina.

Fokus var á, hvussu KT og leiðsluháttur kunnu gagnnýtast á besta hátt og verða við til at skapa vøkstur ella betra um raksturin. Vit høvdu boðið einum royndum donskum fyrilestrahaldara til Føroyar, ið hevur víst hetta í verki.

Skráin var sum fylgjandi:

Claus Rehfeld greiddi frá hvussu hann bygdi sína fyritøku upp sum bjóðaði leiðslukunningartøkni, seldi hana til eina altjóða fyritøku, og fekk ábyrgd av tí evropeiska marknaðinum.

Eyðbjørn Poulsen frá Leiðsluhúsinum greiddi frá hvussu tú kanst blíva ein enn meira álitisvekjandi leiðari.

Søren Halling frá E7 viðgjørdi spurningin: Hví nýta tíð til at rætta og flyta data tá ein synkroniseringsskipan kann gera tað fyri teg?

Svend Ingi Krosstein frá Synack viðgjørdi spurningin: Kann tað loysa seg at útveita sín rakstur, ella skal man heldur hava egnu útgerð? Og hvørji atlit skulu takast?

Claus Rehfeld kom við dømum um, hvussu privatar fyritøkur og almennir stovnar kunnu bróta mynstur við nýtslu av data og fáa betri leiðslukunning. Hvønn týdning hevur nýtslan av data fyri tína fyritøku, stovn og samfelagið?


Afturmeldingarnar hava verði góðar og vit takka fyri áhugan og fyri góða luttøku.





06.04.2017

Tá vitan gevur úrslit, Hafnia 27. mars 2017 Væleydnað tiltakTiltakið "Tá vitan gevur úrslit" við undirheitinum "Brót mynstrið" var hildið á Panorama, Hafnia. Dagurin var ætlaður sum ein íblástrar dagur fyri leiðslur, har sjóneykan var sett á hvussu virkir og stovnar kunnu

07.03.2017

Vit leita eftir tær! Synack er í vøkstri og leitar aftur nú eftir einum nýggjum starvsfelagað.Sí starvslýsing á linkedin her, ella trýst á link niðanfyri.

29.08.2016

Brennur tú fyri KT? Vit í Synack brenna fyri yrkinum og dáma væl avbjóðingar. Vit leita nú eftir tí rætta starvsfelagnum, ið brennur fyri KT og sum megnar, at veita eina góða tænastu har kundin er í miðdepilinum.Synack er