Tá vitan gevur úrslit

Samstarv millum Leiðsluhúsið, E7 & Synack


Vitan er avgerðandi um ynski er at betra um raksturin ella fyri at vera førandi á sínum øki, men hvussu skal hetta skipast?

Í dag er KT kjarnan í virkseminum hjá flestu fyritøkum og stovnum. Tað er týdningarmikið at hava eina KT ætlan fyri at gagnnýta vitanina, betra um raksturin, skapa nýggjar møguleikar og harvið gera fyritøkuna meira kappingarføra.

Tørvurin á KT er ymiskur, og tí er tað eyðsæð at leita sær ráðgeving frá serfrøðingum á økinum, sum kunnu ráðgeva út frá tykkara tørvi og kostnað. Leiðsluhúsið, E7 og Synack hava ymiskar førleikar, sum saman veita tær tí røttu KT loysnina.

Leiðsluhúsið

Leiðsluhúsið bjóðar virkisráðgeving innan økir sum m.a. vakstrarkós, rakstraroptimering, menning, sparring, KT leiðsla osv. Leiðsluhúsið hevur fleiri ára royndir í at ráðgeva bæði prívatum fyritøkum og almennum stovnum í at menna teirra arbeiðsøki, og harvið menna tænastustøði og betra um arbeiðsumhvørvi.

Innan KT øki hevur Leiðsluhúsið førleikar til at menna eina nýggja strategi, skapa eina týðandi og tíðarsvarandi KT loysn, sum hóskar til arbeiðsgongdirnar og øvugt.

Les meira um Leiðsluhúsið á www.lh.fo

E7

E7 veitir loysnir innan viðgerð og handfaran av data. Við Data Warehouse og Business Intelligence er møguligt at savna alla data á eitt stað, og veita kunning á ein einkultan og lættan hátt.

Við at samskipa allar sínar skipanir, tryggjar mann sær, at øll data altíð er nýtilig. Loysnirnar hjá E7 gera tað møguligt at nýta sítt datagrundarlag til at taka meira skikkaðar avgerðir til tess at rætta strategiina.

Les meir á E7 á www.e7.fo

Synack

Synack bjóðar ráðgeving innan servarar, netverk og backup. Við røttu loysnini ber til, at hava tryggan og álítandi rakstur. Hjá okkum verður kundin settur í fokus og miðað verður eftir, at veita røttu loysnina til tørvin hjá einstaka kundanum. 

Hevur tú brúk fyri ráðgeving, umsiting ella umlegging av KT-kervinum, er Synack ført fyri at loysa uppgávuna. 

Vit svara alt samdøgrið.




06.04.2017

Tá vitan gevur úrslit, Hafnia 27. mars 2017 Væleydnað tiltakTiltakið "Tá vitan gevur úrslit" við undirheitinum "Brót mynstrið" var hildið á Panorama, Hafnia. Dagurin var ætlaður sum ein íblástrar dagur fyri leiðslur, har sjóneykan var sett á hvussu virkir og stovnar kunnu

07.03.2017

Vit leita eftir tær! Synack er í vøkstri og leitar aftur nú eftir einum nýggjum starvsfelagað.Sí starvslýsing á linkedin her, ella trýst á link niðanfyri.

29.08.2016

Brennur tú fyri KT? Vit í Synack brenna fyri yrkinum og dáma væl avbjóðingar. Vit leita nú eftir tí rætta starvsfelagnum, ið brennur fyri KT og sum megnar, at veita eina góða tænastu har kundin er í miðdepilinum.Synack er