Brennur tú fyri KT?

Vit í Synack brenna fyri yrkinum og dáma væl avbjóðingar. Vit leita nú eftir tí rætta starvsfelagnum, ið brennur fyri KT og sum megnar, at veita eina góða tænastu har kundin er í miðdepilinum.

Synack er grundað á góða tænastu og óhefta ráðgeving. Hetta hevur viðført, at felagið í dag er í vøkstri. Felagið er eitt lítið, men sterkt felag, ið loysir bæði smærri og størri uppgávur fyri virkir og stovnar. Hjá Synack fært tú ávirkan á tín gerandisdag, har tú hevur møguleika at koma við egnum hugskotum og pláss at royna tey.


Starv og ábyrgd

Tú kemur at arbeiða við fjølbroyttum uppgávum innan ráðgeving, netumsiting og support.

Vit vænta, at tú eftir stuttari tíð, við góðari ráðgeving til kundar okkara, sniðgevur og setur í verk røttu KT loysnina, ið ger gerandisdagin hjá kundum okkara lættari.

Vit vænta, at tú ert før/ur fyri at gera uppsøkjandi søluarbeiði.

Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna, við møguleika fyri at leggja arbeiðsdagin til rættis í mun til tær uppgávur, ið skulu loysast, fyri at varðveita eitt høgt tænastustøði mótvegis kundum okkara.

Synack svarar alt samdøgrið, vit vænta tí, at tú ert klár/ur at taka eina hond í, tá tørvur er á hesum.

Førleikakrøv

Vit vænta, at tú hevur royndir innan øll ella nøkur av hesum økjum:

  • Backup
  • Windows server
  • Hypervisors
  • Linux
  • Netverk
  • Scripting

Vit vænta, at tú

  • Brennur fyri KT!
  • Ert málrættað/ur og dugir at raðfesta týðilig mál
  • Ert álitsvekjandi og atkomulig/ur
  • Ert arbeiðssom/samur
  • Ert fyrikomandi og uppsøkjandi
  • Hevur bil og tilhoyrandi koyrikort
  • Tú ert ágrýtin og nærløgd/ur í tínum arbeiði
  • Tú hevur eitt sjálvstøðugt arbeiðslag, og kanst arbeiða í toymi, tá tað er neyðugt

Vit bjóða

Vit síggja okkum sum eitt ungt og spennandi virkið, ið kann bjóða eitt gott, fjølbroyt og spennandi starv, har tann rætti umsøkjarin fær møguleika fyri at fáa ávirkan á menningina og gongdina hjá felagnum.

Tú kemur at arbeiða heimaífrá og úti hjá kundum. Tú fært í fyrstu atløgu útflýggja eina teldu og fartelefon og kanst tí sjálv/ur leggja arbeiðsdagin tilrættis. Vit leggja tó dent á samanhald, tí skipa vit fyri tiltøkum minst einaferð um vikuna, har vit møtast út yvir tað daglia samstarvið.

Umsøkn

Starvið verður lønt sambært avtalu. Vilt tú vita meira um starvið, er tú vælkomin at seta teg í samband við Heðin Ejdesgaard Møller á tlf. 77 11 10 ella á teldupostaddressu hej@synack.fo.

Umsókn við prógvum og lívsrensli skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 03. okt. 2016. Send umsóknina til synack@synack.fo.




06.04.2017

Tá vitan gevur úrslit, Hafnia 27. mars 2017 Væleydnað tiltakTiltakið "Tá vitan gevur úrslit" við undirheitinum "Brót mynstrið" var hildið á Panorama, Hafnia. Dagurin var ætlaður sum ein íblástrar dagur fyri leiðslur, har sjóneykan var sett á hvussu virkir og stovnar kunnu

07.03.2017

Vit leita eftir tær! Synack er í vøkstri og leitar aftur nú eftir einum nýggjum starvsfelagað.Sí starvslýsing á linkedin her, ella trýst á link niðanfyri.

29.08.2016

Brennur tú fyri KT? Vit í Synack brenna fyri yrkinum og dáma væl avbjóðingar. Vit leita nú eftir tí rætta starvsfelagnum, ið brennur fyri KT og sum megnar, at veita eina góða tænastu har kundin er í miðdepilinum.Synack er